• Skóta Bloggurin hjá Ásbjørn Jacobsen. Vælkomin!
  • Skráset tín teldupost og fá eini boð hvørja ferð síðan verður dagførd.

    Join 2 other followers

  • Vel Evni

  • Spyr Ásbjørn

    Her ber til at seta Ásbjørn spurningar. Viðkomandi spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar.
  • Vitjandi

    free counters
  • Vitjandi

  • Myndarøð

    Fun

    L1020388

    L1020469

    LeirviksSkotar

    More Photos
  • Mest vitjaðu

    • None
  • Pages

Eru leiðaraevni viðfødd, ella mugu tey mennast?

Norska blaðið “Dagens Næringsliv” hevur áhugaverda grein um hetta evnið.

Blaðgreinin ger ein samandrátt um evnið:

- at vera leiðari er at vilja menna seg sjálvan, og at sjálvt teir bestu leiðararnir hava tørv á útbúgving og menning.
- at grundleggjandi eginleikar til at gerast ein góður leiðari, mugu mennast á ungum árum
- og at ein er bundin av, at tað finnast felagsskapir ið geva teimum ungu møguleika at royna og menna síni leiðaraevni.

Ja, er tað ikki júst tað vit fáast við í skótaarbeiðnum?

Skótaarbeiðið hevur stóran týdning í samfelagnum, tí at vit eru ein barna- og ungdómsfelagsskapur, sum veruliga gevur ungdóminum høvi til at leiða og menna síni leiðaraevni á ungum árum.

Sostatt vátta nýggjar vísindaligar kanningar, tað vit hava vita í meira enn 100 ár:

- at patrúljuskipanin er ein røtt og góð skipan
- at geva patrúljuleiðarum ábyrgd og leiðaraútbúgving er rætt og hevur grundleggjandi týdning
- og at leiðaraútbúgving fyri allar leiðarar, ungar og eldri, er alneyðug.

Les blaðgreinina her:
http://www.bi.no/no/Forskning/Nyheter/Nyheter-2010/Forestillingen-om-den-fodte-leder/

Ásbjørn Jacobsen

Vælkomin at gera viðmerkingar til greinina niðanfyri.


Savna myndir og lutir

Sum flest øllum kunnugt, varð skótabólkurin Leirvíks Páll stovnaður 5. mai 1962.

Hetta er stovningardagur okkara!

Næsta ár (2012) eru 50 ár liðin síðani skótaarbeiðið byrjaði í Leirvík.

Leiðslan hevur tí gjørt av, at halda stovningardagin og gera nógv burturúr.

Ein nevnd er sett at fyrireika haldið, sum verður hildið við fleiri ymiskum tiltøkum gjøgnum árið.

Eitt tiltak verður framsýning av myndum og ymiskum lutum, ið hava við skótaarbeiðið at gera.

Tí byrja vit longu nú, at savna myndir og lutir.

Vit heita tí inniliga á fyrrverandi og núverandi skótar, um at lána okkum myndir og lutir, ið hava við skótarnar í Leirvík at gera.

Myndirnar kunnu vera vanligar pappír myndir, ljósmyndir, video upptøkur og talgyltar myndir.

Lutirnir kunnu vera klæðir, dugnatekin, merkir, búnar, fløgg, tjøld, tignarstig, heiðurstekin, bøkur, bløð, dagbøkur og mangt annað.

Vit vilja sjálvandi bera alt aftur, ið vit hava lánt.

Hesi taka ímóti myndum og lutum: Ásbjørn Jacobsen, Áslakkur Heinesen, Vagn Foldbo, Helma Maria Tróndheim og Torstein Jóhannes Fríðfinsson.

Stuttligur Familjudagur í Leirvík

Leygardagin 10. juli skipa KFUM-skótarnir í Leirvík fyri einum stuttligum, spennandi og áhugaverdum familjutiltaki í Leirvík.

Skipað verður fyri ymiskum virksemi í viðalundini, har øll, børn og vaksin, sleppa at royna og læra ymisk skóta kynstur og virksemi, so sum primitiv matgerð, forðarenning, búreising, knútar og surringar, 1. hjálp, postarenning, spøl o.m.a.

Eitt stórt tjald verður á økinum, har møguleiki er at steðga á ein løtu og njóta ókeypis te og kaffi, saft til børnini og pylsur og pylsubreyð.

Familjudagurin verður í viðalundini (Limmilund) og byrjar kl. 14.00 og endar kl. 18.00 við hugnaligum legubáli við felags sangi og skemti, og borgmeistarin, Jóhan Christiansen, heldur røðu.

Viðrar ikki leygardagin 10. juli verður tiltakið flutt til sunnudagin 11. juli frá kl. 13.30 til 17.30.

Tiltakið er ÓKEYPIS. Tó verður høvið at lata eina gávu til skótarnar fyri útreiðslur av tiltakinum.

Fylg við á www.leirvikspall.fo

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Leiðslan

Skótarnir nýggja heimasíðu

KFUM-skótarnir í Leirvík hava júst nú fingið nýggja heimasíðu: www.leirvikspall.fo
Hóast heimasíðan ikki er liðug, er hon verd eina vitjan.

Eisini er okkara Facebook síða vorðin sera væl dámd. Hana finnur tú her.

KFUM-skótarnir í Leirvík nýtt Bólkaráð

Á fundi 3. mai varð nýtt bólkaráð fyri KFUM-skótarnar í Leirvík valt.

Bólkaráðið, ið er samansett av leiðarum, foreldraumboðum og umboð fyri kirkjunar arbeiðið í bygdini, er hægsti myndugleiki í skótabólkinum og hevur alla ábyrgd av tí kristiliga, siðiliga og fíggjarliga virkinum hjá bólkinum.

Frá vinstru: Jákup Tróndheim, Kirsten Danielsen, Tummas Tróndheim, Helma Maria Tróndheim, Sólrun Foldbo, Ásbjørn Jacobsen, Edvin Joensen og Jan Dam Vang.

Bólkaráðið hevur skipað, seg við Ásbjørn Jacobsen sum formanni, Sólrun Foldbo sum skrivara og Kirsten Danielsen sum kassameistara. Jan Dam Vang er bólkaleiðari, Tummas Tróndheim er liðleiðari og Helma Maria Tróndheim er úlvaleiðari.

Limatalið er um 70 og umleið 40-50 skótar og úlvar møta til fundir í skótahúsinum hvørja viku.

KFUM-skótarnir í Leirvík eru eitt kirkjuligt arbeiði við tí endamáli at lata børn og ung møta gleðiboðskapinum og við sínum lyndisskapandi frítíðarvirksemi at uppala til dugandi samfelagsborgarar, at vera sjálvstøðug og demokratisk, at kenna ábyrgd og at virða onnur fólkasløg.

Skótabólkurin Leirvíks Páll, ið hann eisini verður nevndur, varð settur á stovn 5. mai 1962. Teir byrjaðu arbeiðið í gomlu Losjuni, og hildu til har í nøkur ár. Seinni fluttu teir oman í gamla missiónshúsið inntil snikkaravirkið á Toftanesi varð keypt og umbygt til skótahús í 1977. Í 1982 komu gentur eisini uppí KFUM skótarnar, sum annars bara høvdu havt dreingir.

Eftir summarfrítíðina er ætlanin at taka nýggjar limir upp í bólkin og eru børn og ung úr Leirvík og Gøtu hjartaliga vælkomin í skótafelagsskapin.

Ein av fyrstu døgunum fær bólkurin nýggja heimasíðu við navninum: www.leirvikspall.fo

Kom við…

Kom og verð skótaleiðari!

Skótabólkurin í Leirvík tørvar teg!

Børnini og ungdómurin í bygdini tørvar teg!

Les meira…

Alheims Jamboree í Svøríki juli 2011

What is the 22nd World Scout Jamboree?

The 22nd World Scout Jamboree will be held in Sweden in 2011. The theme for the Jamboree is Simply Scouting. In fact, the 22nd World Scout Jamboree Sweden 2011 is Simply Scouting!

… So what does this mean?? Read more…

The KFUM (YMCA) Scouts in Leirvík

The KFUM (YMCA) Scouts in Leirvík (KFUM-skótarnir í Leirvík) is a part of the worldwide Scouting Movement with 28 million Scouts in 160 countries. International Scouting is aimed at creating an understanding of other cultures as well as promoting peace and tolerance through our common understanding of the Scouting Aims and Principles.

The KFUM-Scouts in Faroe Islands is a scout association with around 900 members. There are around 28 million scouts worldwide. The KFUM-Scouts in Faroe Islands is affiliated with The World Organization of The Scout Movement ( WOSM ), which organizes scouting at a global level.

Read more…

Skótadepilin á Selatrað

Hevur tú sæð nýggju heimasíðuna hjá tí frálíka Skótadeplinum á Selatrað?

Heimasíðan er sanniliga eina vitjan verd.

Eisini hevur Skótadepilin fingið nýtt búmerki.

Trýst her.

Bólkaráðsfundur

Hóskvøldið 3. juni kl. 20.00 verður bólkaráðfundur í skótahúsinum.

Eg eri júst valdur í bólkaráðið fyri KFUM-skótarnar í Leirvík. Eg gleði meg til fundin og at vera saman við hinum bólkaráðslimunum.

Vóni vit fáa ein góðan og gevandi fund.

Follow

Get every new post delivered to your Inbox.