Sum flest øllum kunnugt, varð skótabólkurin Leirvíks Páll stovnaður 5. mai 1962.
Hetta er stovningardagur okkara!
Næsta ár (2012) eru 50 ár liðin síðani skótaarbeiðið byrjaði í Leirvík.
Leiðslan hevur tí gjørt av, at halda stovningardagin og gera nógv burturúr.
Ein nevnd er sett at fyrireika haldið, sum verður hildið við fleiri ymiskum tiltøkum gjøgnum árið.
Eitt tiltak verður framsýning av myndum og ymiskum lutum, ið hava við skótaarbeiðið at gera.
Tí byrja vit longu nú, at savna myndir og lutir.
Vit heita tí inniliga á fyrrverandi og núverandi skótar, um at lána okkum myndir og lutir, ið hava við skótarnar í Leirvík at gera.
Myndirnar kunnu vera vanligar pappír myndir, ljósmyndir, video upptøkur og talgyltar myndir.
Lutirnir kunnu vera klæðir, dugnatekin, merkir, búnar, fløgg, tjøld, tignarstig, heiðurstekin, bøkur, bløð, dagbøkur og mangt annað.
Vit vilja sjálvandi bera alt aftur, ið vit hava lánt.
Hesi taka ímóti myndum og lutum: Ásbjørn Jacobsen, Áslakkur Heinesen, Vagn Foldbo, Helma Maria Tróndheim og Torstein Jóhannes Fríðfinsson.
Filed under: Myndir, Tíðindi Tagged: | Enter your zip code here, KFUM-skótarnir í Leirvík, Leirvíks Páll, skótar








