Eg eiti Ásbjørn Jacobsen og eri føddur 1952, uppvaksin í Leirvík og giftur við Óluvu.
Eg havi verið skóti síðani 1962.
Havi m.a. verið liðleiðari, bólkaleiðari, bólkaráðslimur, landsnevndarlimur og skótaovasti (1975).
Eri Gillwell skóti frá 1980 og havi tikið “instruktørkursus 1 & 2″ og “kursuslederkursus” í Danmark.
Havi annars verið á mongum skeiðum og legum – innan- og uttanlands.
Var sera virkin, saman við øðrum góðum fólki, innan leiðaraútbúgving seinast í sjeyti- og fyrst í áttatiárunum.
Eisini var eg tann fyrsti (lønti) skótaráðgevi í umleið 2 ár – hálva tíð (1982-1984).
Tá stovnaði eg m.a. skótarnar í Runavík, Hvalvík, Skála og Oyri.
Tey seinnu mongu árini havi eg m.a. verið aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissióni í 8 ár og aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya í 8 ár. Í hesum tíðarskeiði havi eg ikki verið serliga virkin í skótaarbeiðinum. Men skótaarbeiði hevur altíð staðið hjarta mínum nær.
Nú eri eg aftur farin til verka her í Leirvík sum Bólkaleiðari, og ætli eg mær at gera mítt til (um heilsan loyvir tí), at arbeiðið kann virka og mennast.
Eina ferð skóti, altíð skóti… Ikki sannheit?
.
.
.









