• Skóta Bloggurin hjá Ásbjørn Jacobsen. Vælkomin!
  • Skráset tín teldupost og fá eini boð hvørja ferð síðan verður dagførd.

    Join 2 other followers

  • Vel Evni

  • Spyr Ásbjørn

    Her ber til at seta Ásbjørn spurningar. Viðkomandi spurningar verða vanliga svaraðir innan 24 tímar.
  • Vitjandi

    free counters
  • Vitjandi

  • Myndarøð

    Fun

    L1020388

    L1020469

    LeirviksSkotar

    More Photos
  • Mest vitjaðu

    • None
  • Pages

Kom við

Kom og verð leiðari!

Skótabólkurin í Leirvík tørvar teg!

Børnini og ungdómurin í bygdini tørvar teg!

Ert tú 17 ár ella eldri, konufólk ella mannfólk, tekur undir við skótahugsjónini og limur í fólkakirkjuni, so er kanska pláss fyri tær sum leiðari í KFUM-skótunum í Leirvík.

Tú kanst verða leiðari hjá úlvunum, skótunum ella stórskótunum (ungdómsskótunum). Tað finna vit útav í eini setanar samrøðu.

Skótaarbeiðið er lærandi, uppalandi og stuttligt, hjá bæði børnum og vaksnum, og vit eru í og hava ein sera góðan felagsskap! Børnini fáa vegleiðing frá teimum vaksnu og sleppa at royna síni kynstur t.d. við at kynda bál, byggja brýr, knýta knútar o.s.fr. Soleiðis læra tey at samstarva við onnur og hvørja ferð tað eydnast gevur tað meira sjálvsálit.

Skótaarbeiðið er “Learning by doing”. Við at menna onnur, mennir tú teg sjálvan. Sum skótaleiðari lærir tú at taka ábyrgd og at menna onnur til at gera tað sama. Flestu leiðarar vita, at tað teir lærdu í skótunum sum barn ella ung, hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri lívið á arbeiðsplássinum og í familjuni.

Nógvir føroyingar nýta 25 tímar frammanfyri sjónvarpinum um vikuna. Ein virkin frítíð sum skótaleiðari gevur tær íblástur og meining við frítíðini. Ja, tú fært meira enn tú gevur.

Sum skótaleiðari ert tú við í einum leiðaratoymi. Tú fært nakrar uppgávur, men tú stendur ikki einsamøll/einsamallur við ábyrgdini. Allir leiðararnir eru við til at gjøgnumføra tað, ið tit í felag hava lagt tilrættis.

Kom og verð við! Send ein teldupost til Ásbjørn ella ring 443177 / 597777 og vit finna útav nær vit kunnu tosa saman.

.

.

Skriva eitt aftursvar

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Change )

Connecting to %s

Follow

Get every new post delivered to your Inbox.